Lýsingar
Lýs í Havnar Bio.
Vilt tú røkka einum breiðum málbólki? Við lýsing í Havnar Bio fært tú eina beinleiðis og sjónliga marknaðarføring, har tín boðskapur verður vístur áðrenn hvønn film.
Vit hava í miðal 1.000 gestir um vikuna. Hetta gevur tær eina sterka lýsing beint frammanfyri einum áhugaðum áskoðara, ið ikki er upptikin av øðrum.
Ein fjølbroyttur málbólkur
Í biografinum hava vit ein sera breiðan málbólk:
-
Barnafamiljur
-
Størri børn og ung
-
Vaksin og tilkomin
-
Fastar gestir til filmsfelagið
Tað merkir, at tín lýsing røkkur breitt, frá børnum til vaksin.
Nær og hvussu verður lýst?
Lýsingar verða vístar áðrenn hvønn film, umleið 6 sýningar gerandisdagar og umleið 8 sýningar í vikuskiftum og ferium.
Tú velur sjálv/ur nær lýsingin skal byrja, og hvussu leingi hon skal ganga.
Lætt og smidligt
Tú letur okkum tína lýsing, og vit syrgja fyri restini.
Lýsingin verður løgd inn í okkara skipan og víst í øllum sýningum í tí tíðarskeiði, tú velur.
Lýsingaprísir
|
Tíðarskeið |
0–45 sek |
45–120 sek |
|---|---|---|
|
1 vika |
1.990 kr |
2.990 kr |
|
2 vikur |
2.990 kr |
4.990 kr |
|
1 mánaður |
4.990 kr |
8.990 kr |