Lýsingar

Lýs í Havnar Bio. 

Vilt tú røkka einum breiðum málbólki? Við lýsing í Havnar Bio fært tú eina beinleiðis og sjónliga marknaðarføring, har tín boðskapur verður vístur áðrenn hvønn film.

Vit hava í miðal 1.000 gestir um vikuna. Hetta gevur tær eina sterka lýsing beint frammanfyri einum áhugaðum áskoðara, ið ikki er upptikin av øðrum.

Ein fjølbroyttur málbólkur

Í biografinum hava vit ein sera breiðan málbólk:

  • Barnafamiljur

  • Størri børn og ung

  • Vaksin og tilkomin

  • Fastar gestir til filmsfelagið

Tað merkir, at tín lýsing røkkur breitt, frá børnum til vaksin.

Nær og hvussu verður lýst?

Lýsingar verða vístar áðrenn hvønn film, umleið 6 sýningar gerandisdagar og umleið 8 sýningar í vikuskiftum og ferium.

Tú velur sjálv/ur nær lýsingin skal byrja, og hvussu leingi hon skal ganga.

Lætt og smidligt

Tú letur okkum tína lýsing, og vit syrgja fyri restini.
Lýsingin verður løgd inn í okkara skipan og víst í øllum sýningum í tí tíðarskeiði, tú velur.

 

Lýsingaprísir

 

Tíðarskeið

0–45 sek

45–120 sek

1 vika

1.990 kr

2.990 kr

2 vikur

2.990 kr

4.990 kr

1 mánaður

4.990 kr

8.990 kr

Allir prísir eru uttan mvg.