Prísir
Prísir á atgongumerkjum:
Atgongumerkjaprísurin er ymiskur frá filmi til film, alt eftir m.a. slagnum av filmi, longd, tiltøkum, undanfrumsýningum og líknandi. Prísurin sæst altíð undir einstøku sýningini.
- Atgongumerkið til barnafilmar er vanliga 85 kr.
- Við keypi á heimasíðuni verður eitt avgreiðslugjald á 7 kr. fyri hvørja bílegging, óansæð talið av atgongumerkjum.
Avsláttur:
Øll atgongumerki við avsláttri skulu rindast saman. Er ynski at hava eina privata sýning uttan fyri vanliga upplatingartíð, skulu tað verða minst 10 fólk í bólkinum, og tað má ikki ganga útyvir okkara vanligu sýningar.
- Tit fáa tilboð til privatar sýningar, eftir hvønn film tit velja, og hvørja poppkron menu tit velja.
- T.d. kunnu tit velja barna film, viðrið 85 kr. við barna menu fyri 110 kr. pr. barn.
- Ella tit velja vanligan film, viðrið 95 kr. og vanliga menu fyri 135 kr. pr. barn.
- Hetta eru vegleiðandi prísir.
- Set teg í samband við okkum á bio@bio.fo ella á messenger, so finna vit eina loysn saman.
Endurgjald:
Keypt atgongumerki kunnu endurrindast til gávukort frá Havnar Bio. Tað er umráðandi, at tit boða frá 30 min áðrenn filmurin byrjar við at ringja til okkum á tlf. 311956. Tað ber ikki til at fáa endurgjald fyri atgongumerkið, tá sýningin er byrjað ella hevur verði.