Leiga Havnar Bio
Tað er møguleiki at leiga Havnar Bio, um tú ynskir eina privata sýning av einum av okkara filmun.
Tit velja hvønn film, tit vilja síggja út frá filmsúrvalinum.
Hygg undir skrá, hvørjir filmar eru at velja í millum, og vel hvønn film tit ynskja at síggja. Tykkara filmur má vera liðugur, tá ið okkara vanliga skrá byrjar. Er skráin ikki løgd enn, kanst tú hyggja undir komandi filmar, og síggja hvørjir filmar hava frumframsýning áðrenn tykkara dato.
Vanliga leggja vit skránna út 1 viku fram.
Prísurin verier eftir hvønn film tit velja, og hvørja stødd av poppkorn menu tit velja.
Skriva til okkara á messenger, og í felag finna vit eina loysn.
Prísir:
|
Tilboð |
Teknifilmur + barna menu: |
100 |
Teknifilmur + vanlig menu: |
125 |
Vanligan film + barna menu |
115 |
Vanligan film + vanlig menu: |
130 |
Filmur 2 tímar ella longri + vanlig menu: |
140 |
Filmur 2,5 tímarella longri + vanlig menu |
145 |
Filmur 3 tímar ella longri + vanlig menu: |
165 |
- Um talan er um ein film, ið er longri, hækkar prísurin.
- Live action verður prísaður sum vanligur filmar.
- Er talan um teknifilm, men ikki ætlaður børnum, verður hann prísaður sum vanligur filmur.
