Filmsfelagið

Hvønn mikudag sýnir Havnar Bio, undir heitinum Filmsfelagið, nýggjar filmar, sum eru listaliga áhugaverdir, men tó ofta ókendir. Úti í heimi verður hetta slagið av filmum onkuntíð nevnt arthouse filmur.

Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio roynir, við átakinum Filmsfelagið, við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna.

Havnar Bio heitti á Birgir Kruse, sum var formaður í gamla Filmsfelagnum, og Ole Wich, sum var nevndarlimur, at sleppa at brúka heitið og at velja filmar við ráðgeving frá filmsáhugaðum. Upprunaliga felagið varð stovnað í okkara hølum, Havnar Bio, í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Hetta felagið sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum. Tey, ið stjórna Filmsfelagið í dag eru: Birgir Kruse, Ole Wich, Rannvá Jónsdóttir og Jana Mortensen

Nú er Filmsfelagið endurstovnað í samráð við táverandi nevnd undir sama heiti og tí einfalda endamáli at vísa listaliga viðkomandi filmar í Havnar Bio. Filmarnir verða sýndir mikudagar.

Skráin hjá Filmsfelagnum verður kunngjørd í góðari tíð á Facebooksíðuni hjá felagnum, og á hesi heimasíðu, eins og galdandi er fyri allar aðrar filmar í Havnar Bio. 

Fylg Facebooksíðuni hjá Filmsfelagnum, har tey leggja tilfarð út um filmarnarFilmsfelagið Facebook Síða

Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap.

Vælkomin í Filmsfelagið!

Hammarskjöld

FILMSFELAGIÐ: MIKUKVØLDIÐ 24. Apríl Kl. 20:00

Í nýggja svenska filminum ”Hammarskjöld” eru vit mitt í kalda krígnum. Árið er 1961 og vit fylgja seinastu fótasporunum hjá Mikael Persbrandt, sum í filminum er heimskendi sendiharrin Dag Hammarskjöld (1905-1961). Tað er í optikkinum hjá kenda danska leikstjóranum Per Fly (f.1960), vit fáa innlit í lagnutungu hendingarnar í syðra Afrika hetta árið, tá Hammarskjöld hevur verið aðalskrivari í ST í átta ár. Hann er hin yngsti at fáa henda tignarliga sess, bara 47 ára gamal, tá hann í 1953 avloysti norska Trygve Lie. Eftirmaður Hammarskjölds var U Thant úr Burma, núverandi Myanmar. At fáa frið í lag og vápnahvíld millum stríðandi partarnar í núverandi Demokratiska Lýðveldinum Kongo, Crise congolaise, sum tíðin frá 1960 til 1965 verður nevnd, fer Hammarskjöld umborð í eitt flogfar at gera eina seinastu friðarroynd, innan hann skal leggja frá sær og flyta til Österlen. Hvat síðan hendir er ein gáta, sum danski Mads Brügger, ið eigur Frihedsbrevet, hevur viðgjørt í heimildarfilminum Cold Case Hammerskjöld (2019). Í hesum nýggja filminum um Hammerskjöld letur Per Fly okkum hyggja inn um og fá eina heilrunna fatan av søguliga svenska jet-set manninum, ið til tað síðsta hevði ein stálsettan vilja at skapa frið í heiminum. Meðan Mikael Persbrandt er best kendur sum hin bráðsinti løgreglumaðurin Gunvald Larsson, er Per Fly kendur fyri heilhjartaðu og ikki sørt samhaldsføstu filmarnar, har Bænken (2000) stendur fremstur. Per Fly hevur fyrr gjørt film í Svøríki. Tað var um sangstjørnuna Monica Zetterlund (2013).

Pigen der fortalte film

Filmsfelagið: Mikukvøldið 1. Mai kl. 20:00

Danska Lone Scherfig er farin til Atacamaoyðimørkina í Kili at siga søguna hjá Hernán Rivera Letelier um gentuna, sum segði film, La Contadora de Películas. Tað er unga Maria, sum býr í námsbýnum saman við foreldrum og trimum systkjum. Tey stríðst at fáa endar at røkka, og gerandisligu gleðirnar eru smáar og fáar. Men ein staður er, har gandurin bleiktrar og hugtekur øll: biografurin. Men eftir eina spreinging í náminum, eru ráðini ikki longur at senda øll í biograf. Bara ein kann fara. Maria dugir at siga søgur, og verður tí send í biograf at bera søgurnar heim aftur til húskið. Árini ganga og tilveran hjá Mariu broytist eins og søgan í landinum øllum. Nú er Maria vorðin fremsta kona at siga søgur, sum øllum vilja hoyra í vónini um tað góða, nú einaræðið hjá Pinochet fer um landið sum eitt kvørkratak. Millum leikararnar eru Daniel Brühl úr Inglourious Basterds og Good bye, Lenin! og Bérénice Bejo úr The Artist.

Før Stormen

FILMSFELAGIÐ: Mikukvøldið 8. Mai Kl. 20:00

Nýggi danski heimildarfilmurin, Før stormen, lýsir íbúgvarnar á oynni Mandø í Vadehavet, Vaðilin, sum røkkur frá Esbjerg til Den Heldur í Niðurlondum, har heitið er Waddenzee. Úr túninum eygleiða tey veðurlagsbroytingarnar tá ódn og vatnflóð herja á. Hóast hesar hóttanir, tvíhalda tey eins og forfedrarnir um gerandisdagin á oynni. Tey 27, sum búgva á Mandø, eru von við uppgang og ógvusligt veður. Veðurlagsbroytingarnar hava gjørt støðuna enn verri. Síðsti bóndin á oynni, Gregers, sum í ættini er hin áttandi, vil ikki gevast á hondum og flyta inn á fastlandið. Heldur vil hann finna eina konu, so tey saman kunnu reka garðin. Tá boðað verður frá stormi, fara Gregers og trúfasti hundurin at kanna gomlu flóðgarðarnar og hvørjum standi teir eru í at verja elskaða heimstaðin. Ímeðan blæsur Mie tey hundrað ljósini á lagkøkuni, Ellen og Ingeborg gremja seg um ta mánasjúku, sum pínir tær, fuglafrøðingurin Niels er stúrin um sjáldsomu fuglarnar, ið ikki longur eru at síggja, og ferðaleiðarin, Preben, roynir at siga summargestum stuttligar søgur. Hóast tey kenna veðurlagsbroytingarnar inn at beini, vilja tey búgva her. Filmiska lýsingin av hesum mikrokosmos er søgd í hugtakandi myndum í eyðkenda landslagnum, har himmal og hav eru í støðugari broyting millum flóð og fjøru. Filmurin verður sýndur nú Umhvørvisvika er í Havn, har havið er tema.

Bonnard. Pierre & Marthe

FILMSFELAGIÐ: MIKUKVØLDIÐ 15. Mai Kl. 20:00

Franski leikstjórin Martin Provost, sum fyrr hevur lýst Séraphine Louis (1864-1942), viðger í hesum filmi kærleikssøguna millum málaran Pierre Bonnard (1867-1947) og aristokratin Marthe de Méligny (1869–1942), sum sat fyri, og trúføst hjálpti honum, tá hann málaði. Hóast hon sæst í fleiri verkum, vóru tey ikki altíð samd í gerandisligu tilveruni, men hildu kortini saman. Myndaevnini og mátin hann viðger tey, hava elvt til at Pierre Bonnard varð nevndur ”peintre du bonheur”, ”intimiste bourgeois” ella ”dernier des impressionnistes”. Eftir at vit fáa innlit í fyrstu árini, hevur leikstjórin valt trý ár at lýsa samlívið teirra millum, 1914, 1918 og 1942. Høvuðsleiklutirnar í franska myndlistafilminum hava Cécile de France sum Marthe og Vincent Macaigne sum Pierre.

STELLA. ET LIV

Filmsfelagið: Mikukvøldið 22. Mai kl. 20:00

Unga jødiska Stella er høvuðspersónurin í týska filminum, sum byggir á veruligar hendingar, og fer fram í Berlin meðan nazistarnir hava ræði. Vit fylgja ljóshærdu Stellu, ið droymir um at syngja jazz og standa á palli. Tá tilveran bráddliga vendist í februar 1943, noyðast hon og húskið at fara undir heilt. Kortini kemur hon í klørnar á Gestapo og deyðsmerkta søgan um hina vøkru Stellu Goldschlag (1922-1994) byrjar. Týski leikstjórin, Kilian Riedhof (f.1971), sigur, at filmurin ”Stella. Eitt lív” er um skuld, og hvussu langt tú vilt fara, at koma undan við lívinum, so tú kanst halda fram við tí, tú hevur sett tær fyri, uttan at kenna ábyrgd fyri tínum gerðum. Virðislønta Paula Beer, sum spældi kópakonan í Undine, hevur høvuðsleikltin sum Stella, ið bar nøvnini Stella Kübler-Isaaksohn og Ingrid Gärtner. Eftir píning og lyfti um at bjarga foreldrunum, verður Stella ein smettari, Denunziantin, hjá Gestapo. Undir heitinum ”Greiferin” í Berlin sigur hon nazistunum frá um jødar, sum liva fjaldir í býnum. Jerusalem Post vil í greinini "The poisonous blonde of Berlin: The controversial Stella Goldschlag story” (2017) vera við, at Stella hevur givið í minsta lagi 600 og kanska so nógv sum 3000 fólk upp í hendurnar á Gestapo, tí tey vóru jødar. Eftir kríggið vendir hon við og gerst kristin, men sigur seg samstundis verða játtandi antisemittur. Helst av egnum vilja druknar hon 72 ára gomul í 1994. Ljósasti partur í søguni um týsu Stellu er at dótturin gerst sjúkrasystir og fer til Ísrael at virka.

Inshallah ein drongur

Filmsfelagið: Mikukvøldið 29. Mai kl. 20:00

Jordanski filmurin, ið vann tvær virðislønir í Cannes og varð almenna Oscaruppskotið, sigur okkum spennandi harmasøguna um eina braneggjaða kvinnu, sum av øllum alvi stríðist fyri dóttrini og sær sjálvari í einum samfelag, ið er skapt av monnum og bara er fyri menn. Umframt at dragast við sorgina, tá maðurin bráddliga doyr, noyðist einkjan, Nawal (Mouna Hawa), at stríðast móti jordanskum arvarætti. Hon skal rinda skuldina hjá manninum, og kann missa bæði hús, hon sjálv hevur goldið, og allan arv. Tí uttan ein son, og arving av kallkyni, fella húsini til svágin, ið samstundis fær rættin yvir dóttrini, Noru. Ørkymlað og í villareiði finnur Nawal uppá at siga í rættinum, at hon er uppá vegin. Vónin um, at tað er ein drongur, skal vinna henni tíð at berjast móti patriarkalska rættarsamfelagnum í Jordan. Eitt tilætlað væl, sum kastar hana út í ein óforútsigiligan dyst móti løgskipanini, nú hon sjálv hevur tikið lagnuna í egnar hendur. Tí er heitið á filminum Inshallah ein drongur, um Gud vil, ein drongur. Heimsins elsta filmstíðarrit, Variety, skrivar um nýggja jordanska filmin: ”A gripping social drama about systemic oppression that morphs into a masterful thriller”. Screen Inernational skrivar: ”A refreshing take on complex family dynamics. Mouna Hawa’s sincere and gutsy performance will win audience favour”.

Reyður himmal

Filmsfelagið: Mikukvøldið 5. Juni 2024 kl. 20:00

Eftir sagnarkenda filmin um kópakonuna í Berlin, Undine, er týski meistarin, Christian Petzold, frammi við Roter Himmel. Tá Leon og Felix (Thomas Schubert og Langston Uibel) koma til vøkru summarhúsini við týsku strondina í Eystrasalti, er ætlanin, at Leon skal halda fram at skriva aðru bókina, og Felix skal fyrireika seg at sleppa inn á Listaháskúlan. Men hin lívliga vertinnan, Nadja (Paula Beer), órógvar alt arbeiðið, ikki minst tá um kærleikan ræður. Men bráddliga verður himmalin upplýstur av skógareldi, ið náðileyst tekur seg fram eftir sólsvidna lendinum, og etur seg nærri og nærri vinfólkunum, sum eru í summarhúsinum við strondina. Nýggjasti filmurin, eitt karakterdrama, hjá fremsta týska leikstjóranum, fekk Silvurbjørnina í Berlin. Ummælarar siga eisini, at hetta er stuttligasti filmur hjá Petzold.

One Life

Filmsfelagið: Mikukvøldið 19. Juni  kl. 20:00
One Life sigur okkum lívskveikjandi og sonnu søguna um Sir Nicholas ‘Nicky’ Winton, sum beint undan øðrum verðaldarbardaga bjargaði 669 børnum frá at falla í hendurnar á nazistum og verða fyribeind. Nicky var bankamaður og ikki í starvi hjá vælgerandi felagsskapi av nøkrum slag. Men tá hann vitjaði í hersetta Prag fyri jól í 1938, og við egnum eygum sá, hvussu jødar vórðu viðfarnir, gjørdi hann tað, sum hann helt vera einasta rætta hjá øllum at gera í hesi støðu. Kríggið nærkast, marknaliðin kunnu hvørja løtu verða stongd og tíðin gongur undan. Hvussu nógv børn kundi hann bjarga, innan ov seint varð? 50 ár seinni, í 1988, hevur Nicky enn marrudreymar um børnini, hann ikki megnaði at hjálpa. Ikki fyrr enn hann í beinleiðis sjónvarpssending hjá BBC, That’s Life, møtir øllum børnunum, hann hjálpti og bjargaði, kundi hann læra seg at liva við, at tá tú ófyrireikaður rennir teg í so oyðileggandi ræðuleikar, sum í Prag 50 ár undan, er tað eg sigur, at bjarga bara einum lívi. Samstundis gjørdist ósagda hetjusøgan um Sir Nicholas ’Nicky’ Winton kend í bretska heimlandinum. Leikstjórin, James Hawes, hevur fyrr gjørt virðisløntar sjónvarpsrøðir og filmar sum Black Mirror, Enid og The Challenger Disater. Til filmin One Life hevur hann savnað eina røð av stjørnum sum Anthony Hopkins í høvuðsleiklutinum, Helena Bonham Carter, Jonathan Pryce og Lena Olin. Við hesum seinna holocaustfilmi, fer Filmsfelagið í summarfrí og byrjar aftur mikudagin 28. august við italska filminum Ein nútímans kvinna, sum er um Mariu Montessori.