Filmsfelagið
Hvønn mikudag sýnir Havnar Bio, undir heitinum Filmsfelagið, nýggjar filmar, sum eru listaliga áhugaverdir, men tó ofta ókendir. Úti í heimi verður hetta slagið av filmum onkuntíð nevnt arthouse filmur.
Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio roynir, við átakinum Filmsfelagið, við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna.
Havnar Bio heitti á Birgir Kruse, sum var formaður í gamla Filmsfelagnum, og Ole Wich, sum var nevndarlimur, at sleppa at brúka heitið og at velja filmar við ráðgeving frá filmsáhugaðum. Upprunaliga felagið varð stovnað í okkara hølum, Havnar Bio, í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Hetta felagið sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum. Tey, ið stjórna Filmsfelagið í dag eru: Birgir Kruse, Ole Wich, Rannvá Jónsdóttir og Jana Mortensen
Nú er Filmsfelagið endurstovnað í samráð við táverandi nevnd undir sama heiti og tí einfalda endamáli at vísa listaliga viðkomandi filmar í Havnar Bio. Filmarnir verða sýndir mikudagar.
Skráin hjá Filmsfelagnum verður kunngjørd í góðari tíð á Facebooksíðuni hjá felagnum, og á hesi heimasíðu, eins og galdandi er fyri allar aðrar filmar í Havnar Bio.
Fylg Facebooksíðuni hjá Filmsfelagnum, har tey leggja tilfarð út um filmarnar: Filmsfelagið Facebook Síða
Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap.
Vælkomin í Filmsfelagið!
Komandi filmar hjá Filmsfelagnum
The Testament of Ann Lee
Leikstjórin, Fastvold, skrivaði handritið, sum Oscartilnevndi stórfilmurin, The Brutalist, bygdi á og maður hennara, Brady Corbet, leikstjórnaði. Í hesum føri skriva tey bæði handritið, sum byggir á veruligar hendingar í lívinum hjá Ann Lee.
Í filminum er Amanda Seyfried hin viljasterka Ann Lee, ið leiðir Shaker-samfelagið. Tey boða og vilja eitt samfelagsligt rættvísi og javnstøðu millum mann og kvinnu, og greitt er, at hon var høgt í metum millum limirnar í trúarsamfelagnum.
The Testament of Ann Lee lýsir tað pínu og ekstasu, hon tekur á seg at byggja eitt utopia á jørð, eins og vit hoyra fleiri siðbundnar Shaker-sálmar, ið eru tulkaðir av nýggjum og við koreografi eftir Celia Rowlson-Hall (Vox Lux). Originalir sangir og tónleikur er eftir Oscarvinnaranum Daniel Blumberg, sum eisini hoyrdist filminum The Brutalist.
The Wizard of the Kremlin
Filmsfelagið: Mikukvøldið 25. mars kl. 20:00
Ein ungur russiskur filmsleikstjóri verður púra óvæntað spunasmiður hjá Vladimir Putin (Jude Law), sum kemur til russiska valdið eftir at Sovjet er fallið, og nýggjar avbjóðingar standa fyri.
Tíðirnar eru merktar av ruðuleika, tá gátuføri og vællýddi Vadim Baranov (Paul Dano) skapar nýggja avantgarde list og síðan fer at gera reality sjónvarp. Í hesum rembingartíðum verður hann ráðgevi hjá einum fyrrverandi KGB-njósnara, ið vil hina avgjørdu maktina. Ein maður, ið skjótt verður kendur sum “sarurin” Vladimir Putin.
Í nýggja maktmiðdepilinum verður Baranov heilin í russiska ríkinum, ið nú verður sett saman. Hann er spunasmiður, ið skrivar talur, skapar hugmyndir og ávirkar tær nýggjar fatanir, ið taka seg upp millum fólk. Men Ksenia (Alicia Vikander) er ein fræls kvinna, sum hann hvørki fær valdið ella tamarhaldið á, tí hon í øllum lutum gongur egnar leiðir. Tað flættast ikki við hana.
Tá hann fimtan ár seinni í friði og náðum hevur givið upp spunastarvið, er onkur, ið fær Baranov at siga lívssøguna. Tað, sum kemur fram, tekur burtur øll mørk millum tað, ið veruliga hendi og tað reina uppspinn, trúgv og ætlanir. The Wizard of the Kremlin tekur okkum á kav niður í ta døkkastu maktgirnd, har hvørt orð er makt, skot og patrónir.
Filmurin, sum byggir á samnevndu metsølubókina hjá Giuliano da Empoli, lýsir myrka makthjartað í Russlandi, har fólkini savnast kring Vladimir Putin. The Wizard of the Kremlin er rein fiksjón. Men tað merkir ikki, at hon er ósonn.
Paradis
Filmsfelagið: Mikukvøldið 01. apríl Kl. 20:00
“Paradis” er ein av spennandi nýggju donsku filmunum í biografunum í ár. Undir leiðslu av norska leikstjóranum, Mariu Sødahl, síggja vit í høvuðsleiklutunum parið, Esben Smed (Mikkel) og Danica Curcic (Louise), ið hava keypt ferðaseðil til eitt familjuparadís, men bráddliga verða noydd at taka støðu til grundleggjandi moralsk viðurskifti.
Saman við døtrunum, Sille og Ella, eru tey farin á eina væl uppiborna all inclusive feriu á Gran Canaria. Í eina viku skulu tey fýra slappa av og sóla sær undir pálmatrøum og dyppa í havinum, sum er ljósablátt heilt út í havsbrúnna.
Men veruleikin verður ein annar, tá familjuparadísið verður órógvað av bátum við flóttum, sum sigla inn á sandstrondina.
Tá foreldrini av ósketni koyra á ein afganskan flótta, sum seinni kemur á hotellið at spyrja eftir teimum, skulu vælmeintu humanistisku virðini standa sína roynd. Tey sleppa ikki undan at svara spurninginum: Hvat er, at verða ein góð menniskja?
Danica Curcic, sum er Louise, er vælumtókt á filmi, sum til dømis Camino, Fremmed - Det første opgør og í Netflix-røðunum Kastanjemanden og Reservatet.
Esben Smed, sum er Mikkel, hevur eisini við hepni spælt fleiri høvuðsleiklutir á filmi, so sum Ser du månen, Daniel og Lykke-Per.
Norska Maria Sødahl hevur fyrr gjørt filmar í Noregi, so sum Håb við Stellan Skarsgård og Andrea Bræin Hovig.
Father Mother Sister Brother
Filmsfelagið: Mikukvøldið 08. apríl kl. 20:00
Saman við døtrunum, Sille og Ella, eru tey farin á eina væl uppiborna all inclusive feriu á Gran Canaria. Í eina viku skulu tey fýra slappa av og sóla sær undir pálmatrøum og dyppa í havinum, sum er ljósablátt heilt út í havsbrúnna.
Men veruleikin verður ein annar, tá familjuparadísið verður órógvað av bátum við flóttum, sum sigla inn á sandstrondina.
Tá foreldrini av ósketni koyra á ein afganskan flótta, sum seinni kemur á hotellið at spyrja eftir teimum, skulu vælmeintu humanistisku virðini standa sína roynd. Tey sleppa ikki undan at svara spurninginum: Hvat er, at verða ein góð menniskja?
Danica Curcic, sum er Louise, er vælumtókt á filmi, sum til dømis Camino, Fremmed - Det første opgør og í Netflix-røðunum Kastanjemanden og Reservatet.
Esben Smed, sum er Mikkel, hevur eisini við hepni spælt fleiri høvuðsleiklutir á filmi, so sum Ser du månen, Daniel og Lykke-Per.
Norska Maria Sødahl hevur fyrr gjørt filmar í Noregi, so sum Håb við Stellan Skarsgård og Andrea Bræin Hovig.
Birita
Filmsfelagið: Mikukvøldið 15. apríl kl. 20.00
Í Havn er ein bólkur av sjónleikarum, sum fer at seta klassiska leikin “King Lear” eftir William Shakespeare á pall. Samstundis er ætlanin at fagna høvuðsleikaranum, Biritu Mohr, ið hevur Alzheimers. Filmaði leikurin gerst nemandi og djúpt persónligur, ikki minst tí, at leikstjórin er Búi Egason Dam, sonur Biritu.
Við hesum heimildarfilmi er Búi drivin av sannføringini um, at hóast mamman hevur mist førleikan at tosa, so leingist henni at sleppa aftur á staðin, sum fyri ein stóran part hevur definerað hennara professionella lív, sjónleikarapallin, ið nú verður varpaður upp á filmsløriftið.
Sum leikstjóri skal Búi stríðast fyri at rættvísgera treytirnar kring verkætlanina, meðan pápin, Egi Dam, ið nú er pensjoneraður leikstjóri, roynir at skapa javnvág ímillum umsorgan og egnan trivnað.
Mitt í øllum hesum merkisverda fyritaksemi verður káta nærveran hjá Biritu ein kærkomnin lættleiki í tilgongdini, so filmsgerðin fær djúpa ávirkan á øll, ið eru við. Nýggi føroysku heimildarfilmurin, “Birita”, er ein filmur, sum fer beint í hjartað og verður har.
Affektionsværdi
Filmsfelagið: Mikukvøldið 22. apríl kl. 20:00
Vit fylgja systrunum Nora (Renate Reinsve) og Agnes (Inga Ibsdotter Lilleaas), ið møta pápanum Gustav (Stellan Skarsgård), sum fyrr var víðagitin leikstjóri, ið nú droymir um at gera vart við seg aftur.
Hann bjóðar Noru høvuðsleiklutin í nýggja filminum, men hon ivast, og tí fer tilboðið um høvuðsleiklutin til eina unga Hollywoodstjørnu (Elle Fanning).
Og so er, við teim bestu leikaraavrikunum, sett gongd á filmiska kjakið í familjuni.
Joachim Trier stílar fyri við eini tølandi hond, sum er heit og skemtiliga nærverandi, tí vælskrivaða søgan setir sær eisini fyri at dystast við stórar spurningar sum ambitiónir, kærleika og fyrigeving. Og sum í hinum undanfarnu filmunum er norski høvuðsstaðurin, Oslo, mest sum ein leikari í sjálvum sær.