Filmsfelagið
Hvønn mikudag sýnir Havnar Bio, undir heitinum Filmsfelagið, nýggjar filmar, sum eru listaliga áhugaverdir, men tó ofta ókendir. Úti í heimi verður hetta slagið av filmum onkuntíð nevnt arthouse filmur.
Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio roynir, við átakinum Filmsfelagið, við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna.
Havnar Bio heitti á Birgir Kruse, sum var formaður í gamla Filmsfelagnum, og Ole Wich, sum var nevndarlimur, at sleppa at brúka heitið og at velja filmar við ráðgeving frá filmsáhugaðum. Upprunaliga felagið varð stovnað í okkara hølum, Havnar Bio, í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Hetta felagið sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum. Tey, ið stjórna Filmsfelagið í dag eru: Birgir Kruse, Ole Wich, Rannvá Jónsdóttir og Jana Mortensen
Nú er Filmsfelagið endurstovnað í samráð við táverandi nevnd undir sama heiti og tí einfalda endamáli at vísa listaliga viðkomandi filmar í Havnar Bio. Filmarnir verða sýndir mikudagar.
Skráin hjá Filmsfelagnum verður kunngjørd í góðari tíð á Facebooksíðuni hjá felagnum, og á hesi heimasíðu, eins og galdandi er fyri allar aðrar filmar í Havnar Bio.
Fylg Facebooksíðuni hjá Filmsfelagnum, har tey leggja tilfarð út um filmarnar: Filmsfelagið Facebook Síða
Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap.
Vælkomin í Filmsfelagið!
Komandi filmar hjá Filmsfelagnum
Kærlighedens gerninger
Filmsfelagið: Mikukvøldið 17. september kl. 20:00
Hanna, sum býr í einum átrúnaðarligum New Age felagsskapi á jytsku vesturstrondini, ynskir fremst av øllum at fáa eitt barn. Men varda tilveran í felagsskapinum verður vend á høvdið, tá yngri beiggin, Jakob, púra óvæntað kemur á vitjan og burturtrongd minni úr barnaárunum koma upp at blása. Fer beiggin at forða fyri dreyminum hjá Honnu, at gerast mamma? Og kunnu limirnir í felagsskapinum liva upp til egnar ásetingar og trúgv, tá tey fáa spurningin: Hvør ræður yvir kærleikanum?
vermiglio
FILMSFELAGIÐ: Mikukvøldið 24. september Kl. 20:00
Vermiglio, sum er italska Oscaruppskotið í ár og fekk Silvurbjørnina á filmstevnuni í Berlin, er ein hugtakandi vøkur ættarsøga úr italsku Alpunum, ið verður brett út á løriftinum fyri okkum tey seinastu krígsárini. Annar Verðaldarbardagi er um at enda. Ein ungur rýmingur úr Suðuritalia, Pietro, sleppur at goyma seg í fjósinum. Øll eru spent at møta honum, ikki minst elsta dóttirin í húsinum. Men innan kærleikin sleppur at spretta teirra millum, fær søgan eina óvæntaða vend. Samstundis sannar húsbóndin, ið er lærari, at tað er ikki longur hann áleina, ið ger av, hvussu lívið á garðinum skal laga seg. Vermiglio vann tríggjar virðislønir á altjóða filmstevnuni í Venezia og eins nógvar italskar Donatello virðislønir, m.a. sum besti filmur í ár.
köln 75
Filmsfelagið: Mikukvøldið 1. oktobur kl. 20:00
Í hesum merkisverda týska filmi, ið byggir á veruligar hendingar, fylgja vit ungu Veru Brandes (Mala Emde) tá hon, átjan ára gomul, skipar fyri víðagitnu Köln konsertini við amerikanska jazztónleikaranum Keith Jarrett (John Magaro). Týska konsertin bleiv sama ár til dubultu metsølu ECM plátuna ”The Köln Concert”, upptikin í Operahúsinum í býnum. Ummælarar eru samdir um, at plátan er ein av mest týðandi á sínum øki. Amerikanski jazzummælarin, Tom Hull, sigur, við vísing til Keith Jarrett, at henda konsertútgávan “cemented his reputation as the top pianist of his generation”. Unga Vera Brandes hevur í 2011 greitt frá í BBC, hvussu trupult tað var at skipa fyri konsertini. Leiklutin sum Manfred Eicher, ið stovnaði legendariska plátufelagið ECM, ið eisini skapti ein serstakan estetikk við plátuhúsum, hevur Alexander Sheer. Vit síggja eisini Daniel Betts í leiklutinum sum Ronnie Scott. Í maimánað í ár fór Keith Jarrett um tey áttati.
Páfuglurin
Filmsfelagið: Mikukvøldið 08. oktober kl. 20.00
Hetta er fyrsti filmur hjá eysturríkska Bernhard Wenger (f.1972). Frumsýningin var í høvuðskappingini í Venezia í fjør. ”Páfuglurin” er ein absurd komedia, ið fylgir manninum, ið tú kanst leiga sum vin og fylgisvein til øll høvi og endamál. Bernhard Wenger hevur sjálvur skrivað handritið, har hann, eins og grikski Yorgos Lanthimos, argar biografgangaran, har tað komiska rennir saman við samfelagsligum atfinningarsemi. Matthias (Albrecht Schuch), ið er um tey fjøruti, arbeiðir fyri tænastuna My Companion. Innan nøkurlunda sømulig mørk hevur hann lagt seg eftir at verða til vildar og altíð veita eina nøktandi tænastu, har viðskiftafólkið er í fokus. Hann kann verða hin lítaleysi sonurin á 60 ára føðingardegnum hjá pápanum, hann kann verða pápi og flogskipari, tá foreldradagur er í skúlanum hjá soninum, hann kann verða mentanarliga áhugaverdi sjeikurin í eini veitslu, ella bara lurta og vegleiða, hvat gerst, tá maðurin í parlagnum er vónleyst ómøguligur. Hvørjum tú hevur tørv á, so er Matthias altíð hin rætti. Hjartansfegin er hann, tá góð ummæli eru á heimasíðuni hjá My Companion. Næstrafólk og øll hini koma í aðru røð. Sum frá líður fer hin hampuligi Matthias at ivast í egnum viðurskiftum, og tænastuveitingarnar ganga ikki altíð eftir vild. Sum sagt verður á týskum, kemur eitt ”aber dabei” nú upp í leikin.
Øll elska Touda
Filmsfelagið: Mikukvøldið 15. oktober kl. 20:00
Touda (Nisrin Erradi) er ein Sheikha, ein siðbundin marokkansk sangarinna, sum tignarliga syngur fyri monnum á barrum, har hon er uppvaksin. Í loyndum hevur hon ætlanir at rýma til Casablanca, ikki bara fyri at verða kend sum sangarinna, men eisini fyri sonin. At vakra og frígjørda sangarinnan, Touda, syngur á barr og gerst vælumtókt, hóvar ikki øllum í heimbygdini. Kortini droymir hon um at gerast aita-sangarinna og sum Sheikha náa hægstu tindum, og samstundis hjálpa soninum, ið hevur trupulleikar við hoyrnini. Tí flytir hon til stórbýin Casablanca, har allir pallar og listarligu sangdyrnar standa víðopnar. Tástani fer persónligi dreymurin um frælsi og listarligt virksemi at standa sína roynd. Tað er fleirfalt virðislønti marokkanski leikstjórin, Nabil Ayouch (f.1969), sum býr í Casablanca, ið hevur gjørt henda filmin, eins og Bláa kappan, sum belgiska Virginie Surdej fotograferaði. Hon er kend í Føroyum, tí hon er fastur fotografur hjá Sakaris Stórá.
Heyst í Bourgogne
All We Imagine as Light
Filmsfelagið: Mikukvøldið 29. oktober 2025 kl. 20:00