Filmsfelagið
Hvønn mikudag sýnir Havnar Bio, undir heitinum Filmsfelagið, nýggjar filmar, sum eru listaliga áhugaverdir, men tó ofta ókendir. Úti í heimi verður hetta slagið av filmum onkuntíð nevnt arthouse filmur.
Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio roynir, við átakinum Filmsfelagið, við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna.
Havnar Bio heitti á Birgir Kruse, sum var formaður í gamla Filmsfelagnum, og Ole Wich, sum var nevndarlimur, at sleppa at brúka heitið og at velja filmar við ráðgeving frá filmsáhugaðum. Upprunaliga felagið varð stovnað í okkara hølum, Havnar Bio, í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Hetta felagið sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum. Tey, ið stjórna Filmsfelagið í dag eru: Birgir Kruse, Ole Wich, Rannvá Jónsdóttir og Jana Mortensen
Nú er Filmsfelagið endurstovnað í samráð við táverandi nevnd undir sama heiti og tí einfalda endamáli at vísa listaliga viðkomandi filmar í Havnar Bio. Filmarnir verða sýndir mikudagar.
Skráin hjá Filmsfelagnum verður kunngjørd í góðari tíð á Facebooksíðuni hjá felagnum, og á hesi heimasíðu, eins og galdandi er fyri allar aðrar filmar í Havnar Bio.
Fylg Facebooksíðuni hjá Filmsfelagnum, har tey leggja tilfarð út um filmarnar: Filmsfelagið Facebook Síða
Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap.
Vælkomin í Filmsfelagið!
Komandi filmar hjá Filmsfelagnum
the great lillian hall
Summarbókin
Filmsfelagið: Mikukvøldið 03. SEPTEMBUR 2025 kl. 20:00
Kærlighed (sex) (drømme)
FILMSFELAGIÐ: MIKUKVØLDIÐ 10. SEPTEMBUR Kl. 20:00
Í trípartarøðini hjá norska leikstjóranum, Dag Johan Haugerud (f.1964), eru vit komin til filmin Kjærlighet. Vit fylgja læknanum, Marianne (Andrea Bræin Hovig), ið verður hugtikin av sexlívinum hjá sjúkrarøktaranum, Tor (Tayo Cittadella Jacobsen), og setir sær fyri, at royna eitt leysari samlív, við øllum teim avbjóðingum, tað førir við sær. Fyrru filmarnir, ”Sex” og ”Dreymar”, sum vit hava víst, og hesin ”Kærleiki”, eru tríggir filmar, sum allir kunnu síggjast hvør sær. Sjálvstøðugu filmarnir snara um evnini girnd, samleika og longsul eftir frælsi. Hesin nýggjasti, ”Kærleiki”, varð frumsýndur á filmstevnuni í Venezia, har hann var við í høvuðskappingini. Eins og undanfarnu filmarnir hjá Haugerud, fær hesin bestu ummæli, m.a. í heimsins elstu filmsavís, Variety, har Guy Lodge sigur: ”Love’s commentary on modern relations may be more complex and chewy than just “live and let live,” but the film’s calm embrace of whatever works for the individual is refreshingly humane, rhetorically exciting and more than a little hot.”
Kærlighedens gerninger
Filmsfelagið: Mikukvøldið 17. SEPTEMBUR kl. 20:00
Hanna, sum býr í einum átrúnaðarligum New Age felagsskapi á jytsku vesturstrondini, ynskir fremst av øllum at fáa eitt barn. Men varda tilveran í felagsskapinum verður vend á høvdið, tá yngri beiggin, Jakob, púra óvæntað kemur á vitjan og burturtrongd minni úr barnaárunum koma upp at blása. Fer beiggin at forða fyri dreyminum hjá Honnu, at gerast mamma? Og kunnu limirnir í felagsskapinum liva upp til egnar ásetingar og trúgv, tá tey fáa spurningin: Hvør ræður yvir kærleikanum?
vermiglio
FILMSFELAGIÐ: Mikukvøldið 24. SEPTEMBUR Kl. 20:00
Vermiglio, sum er italska Oscaruppskotið í ár og fekk Silvurbjørnina á filmstevnuni í Berlin, er ein hugtakandi vøkur ættarsøga úr italsku Alpunum, ið verður brett út á løriftinum fyri okkum tey seinastu krígsárini. Annar Verðaldarbardagi er um at enda. Ein ungur rýmingur úr Suðuritalia, Pietro, sleppur at goyma seg í fjósinum. Øll eru spent at møta honum, ikki minst elsta dóttirin í húsinum. Men innan kærleikin sleppur at spretta teirra millum, fær søgan eina óvæntaða vend. Samstundis sannar húsbóndin, ið er lærari, at tað er ikki longur hann áleina, ið ger av, hvussu lívið á garðinum skal laga seg. Vermiglio vann tríggjar virðislønir á altjóða filmstevnuni í Venezia og eins nógvar italskar Donatello virðislønir, m.a. sum besti filmur í ár.
köln 75
Filmsfelagið: Mikukvøldið 1. oktobur kl. 20:00
Í hesum merkisverda týska filmi, ið byggir á veruligar hendingar, fylgja vit ungu Veru Brandes (Mala Emde) tá hon, átjan ára gomul, skipar fyri víðagitnu Köln konsertini við amerikanska jazztónleikaranum Keith Jarrett (John Magaro). Týska konsertin bleiv sama ár til dubultu metsølu ECM plátuna ”The Köln Concert”, upptikin í Operahúsinum í býnum. Ummælarar eru samdir um, at plátan er ein av mest týðandi á sínum øki. Amerikanski jazzummælarin, Tom Hull, sigur, við vísing til Keith Jarrett, at henda konsertútgávan “cemented his reputation as the top pianist of his generation”. Unga Vera Brandes hevur í 2011 greitt frá í BBC, hvussu trupult tað var at skipa fyri konsertini. Leiklutin sum Manfred Eicher, ið stovnaði legendariska plátufelagið ECM, ið eisini skapti ein serstakan estetikk við plátuhúsum, hevur Alexander Sheer. Vit síggja eisini Daniel Betts í leiklutinum sum Ronnie Scott. Í maimánað í ár fór Keith Jarrett um tey áttati.