Filmsfelagið

Hvønn mikudag sýnir Havnar Bio, undir heitinum Filmsfelagið, nýggjar filmar, sum eru listaliga áhugaverdir, men tó ofta ókendir. Úti í heimi verður hetta slagið av filmum onkuntíð nevnt arthouse filmur.

Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio roynir, við átakinum Filmsfelagið, við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna.

Havnar Bio heitti á Birgir Kruse, sum var formaður í gamla Filmsfelagnum, og Ole Wich, sum var nevndarlimur, at sleppa at brúka heitið og at velja filmar við ráðgeving frá filmsáhugaðum. Upprunaliga felagið varð stovnað í okkara hølum, Havnar Bio, í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Hetta felagið sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum. Tey, ið stjórna Filmsfelagið í dag eru: Birgir Kruse, Ole Wich, Rannvá Jónsdóttir og Jana Mortensen

Nú er Filmsfelagið endurstovnað í samráð við táverandi nevnd undir sama heiti og tí einfalda endamáli at vísa listaliga viðkomandi filmar í Havnar Bio. Filmarnir verða sýndir mikudagar.

Skráin hjá Filmsfelagnum verður kunngjørd í góðari tíð á Facebooksíðuni hjá felagnum, og á hesi heimasíðu, eins og galdandi er fyri allar aðrar filmar í Havnar Bio. 

Fylg Facebooksíðuni hjá Filmsfelagnum, har tey leggja tilfarð út um filmarnarFilmsfelagið Facebook Síða

Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap.

Vælkomin í Filmsfelagið!

Komandi filmar hjá Filmsfelagnum

All We Imagine as Light

Filmsfelagið: Mikukvøldið 29. oktober 2025 kl. 20:00

Indiski filmurin ”All We Imagine as Light” vann dómsnevndarvirðislønina í Cannes og hevur síðan gingið sigurðsgongd við bestu ummælum um allan heim. Millum annað varð hann kosin ársins besti í ársyvirlitinum hjá Sight & Sound og fær 93 stig av 100 møguligum á IMDB. Kvinnuligi leikstjórin, Payal Kapadia, er fødd í Mumbai í 1986. Í filminum fylgja vit sjúkrarøktarfrøðingunum, Prabha og Anu, sum búgva saman í Mumbai. Prabha er gift, men hevur einki samband við mannin, sum býr í útlondum. Anu er yngri og droymir um muslimska mannin, hon er forelska í. Sjálv er hon hindu eins og alt húski hennara. Prabha er ikki fegin um standin, men tá ein fríggjari vekir væl fjalda hugin eftir nærleika, broytist alt. Eisini hennara meting av Anu. Tær fara úr larmandi stórbýnum og finna eina friðarliga strond, har tær fáa greitt tær truplu kenslurnar. Ummælarar eru samdir um, at við sjáldsama hugtakandi myndabrúki hevur tað eydnast Payal Kapadia at samantvinna gerandismyndir við dreymar í einum av bestu biograffilmum í langa tíð.

Sorry, Baby

Filmsfelagið: Mikukvøldið 05. november Kl. 20:00

Filmurin ”Sorry, Baby” varð frumsýndur á Sundance Film Festival í ár, har hann fekk bestu ummæli og síðan varð vístur í Cannes og aðrastaðni við. Hetta er fyrsti filmur hjá Evu Victor (f.1994), og Barry Jenkins, sum leikstjórnaði Oscarvinnaran ”Moonlight” (2016), hevur framleitt. ”Sorry, Baby”, sum í amerikanskum biografum verður kallaður independent black comedy-drama, førir okkum til Fairpoint, New England, har vit fylgja stillføru Agnes (Eva Victor), sum er professari í bókmentum og býr í einingi. Við eitt høvi hevur hon møtt Preston Decker (Louis Cancelmi), bókmentaprofessara, ið gjørdi seg inn á hana. ”Sorry, Baby” er ein nemandi søga, hvørs líka vit ikki hava sæð fyrr. Tað er søgan um at koma seg eftir ein traumatiska uppliving. Hóast Agnes hevur upplivað tað ringasta, gongur lívið víðari. Í hvussu er hjá hinum. Hesin fyrsti filmur hjá Evu Victor er um, hvat hendir, eftir at tað ringasta hendi. Ein søga, sum ikki uttan skemt sigur beint fram, hvussu tað er at raka botnin, men sum eisini er um alt tað góða, ið kann spretta úr lívsins kreppustøðum, frá kettlingum til tøtt vinarløg og nýggjan kærleika.

Small things like these

Filmsfelagið: Mikukvøldið 12. november kl. 20:00

Oscarvinnarin, Cillian Murphy, ið vit sóu í stórbæra filminum ”Oppenheimer”, er framúr høvuðsleikarin í hesi hjartanemandi og sterku søguni um næstrakærleika, dirvi og ábyrgd, ið byggir á samnevndu metsølubókina hjá Claire Keegan, sum eisini skrivaði ”The Quiet Girl”. Vit eru í Írlandi í fýrsunum. Cillian Murphy er pápin, Bill Furlong, sum meðan hann selur kol, at breyðføða familjuna, rakar við skakandi loynidómar, sum kirkjan vil gera alt fyri at dylja. Bill sær, at ungar ógiftar gentur, sum eru vorðnar við barn, verða hildnar fjaldar og innilæstar móti teirra vilja. Fortíðin rennur upp fyri Bill, og við fimm døtrum at forsyrgja, fløkir hann seg inn í eina krevjandi morlalska tvístøðu. Loynidómarnir í lítla býnum, har katólska kirkjan hevur alt ræðið, lata hann ikki støðast við eina stiltigandi játtan um at alt er í lagi. Han verður noyddur at gera upp við egna fortíð. ”Small things like these” viðger ein døkkan kapitil í írsku katólsku kirkjuni, og minnir okkum á, at gamlar syndir aldri eru langt burturi. Filmurin varð frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Berlin, har Emily Watson, vit kenna frá meistaraverkinum hjá Lars von Trier, ”Breaking the Waves”, vann virðislønina fyri besta hjá leiklut.

Eagles of the Republic

Filmsfelagið: Mikukvøldið 19. november Kl. 20:00

Best umtókti sjónleikari í Egyptalandi, George Fahmy (Fares Fares), verður noyddur at spæla við í einum filmi, sum landsins hægstu myndugleikar hava bílagt. Hann sær ongan annan útveg, enn at taka við leiklutinum og spæla við í propagandafilminum, sum náðileyst setur hann í innringin í landsins kjarnumakt. Sum ein firvaldur á nátt verður hann drigin, ikki bara at hitandi bjarta eldinum, men eisini at hini tølandi vøkru konuni hjá herovastanum, ið nágreiniliga hevur øll viðurskifti í filmsframleiðsluni um hendi. “Eagles of the Republic” er triði filmur í arabiskt mæltu Cairo røðini hjá svenska Tarik Saleh. Fyrru filmarnir eru “The Nile Hilton Incident” (2017) og “Boy from Heaven” (2022), sum Filmsfelagið vísti. Hesin triði og nýggi filmurin varð frumsýndur í høvuðskappingini um Gylta Pálman, Palme d’Or, á stevnuni í Cannes í ár. Samstundis varð filmurin valdur sum svenskt umboð í Oscarkappingini um besta altjóða film, Best International Feature Film.

Herkules falder

Filmsfelagið: Mikukvøldið 26. november  kl. 20:00

Eingin friður er á danska hermanninum, Youssef, sum nú er heima, men í mong ár hevur verið á fleiri hermótum. Kríggið hevur myndað hann. Heima í Danmark stríðst hann við gerandis tilveruna sum sivilur borgari og pápi. Men eftir eina skakandi hending í heiminum, verður Youssef noyddur at fara frá familjuni og út á oydnu oynna Strynø, at møta øðrum fyrrverandi hermonnum og koma til sín sjálvs í abyrgdu náttúruni. Tá ein av gomlu vinmonnunum frá krígnum bráddliga kemur og blandar seg uppí, er Youssef um at verða drigin inn í krígsins døkku ræðuleikar aftur. Hann má taka støðu, um hann vil fara aftur krígsins kaotiska veruleika, sum hann kennir so væl, ella um hann vil finna styrkina, aftur at verða pápi. Medvirkandi leikarar eru Dar Salim, Christine Gjerulff og Thomas Abrigo.

Nürnberg

 

Filmsfelagið: Mikukvøldið 3. desember  kl. 20:00

Í kjalarvørrinum á øðrum heimsbardaga fær amerikanski sálarsjúkulæknin, Douglas Kelley (Rami Malek), litið upp í hendi at meta um mentalu støðuna hjá Hermann Göring (Russell Crowe) og øðrum nasistaleiðarum, sum vóru í fremstu røð hjá Hitler. Samstundis taka tey sameindu lógvatak, at skapa Nürberg-dómstólin, til tess at gera endaliga upp við Triðja Ríkið. Meðan viðurskiftini ganga sína gongd í rættarsalinum, tekur ein hólmgonga seg upp millum Kelley og Göring. Stríðið og orðadrátturin teirra millum verður ein avgerandi bardagi, sum við orðum avdúkar og leggur á blik óunniliga sannleikan, hvussu heilt vanligir menn verða valdir at gera ikki bara ilt, men óndastu og ræðuligastu gerðir í skjalprógvaðari søgu.

Springsteen: Deliver me from nowhere

Filmsfelagið: Mikukvøldið 10. desember  kl. 20:00

Jólafilmurin í Filmsfelagnum er um Bruce Springsteen. Jeremy Allen White (f.1991) er The Boss í nýggja filminum, sum byggir á bókina hjá Warren Zane “Deliver Me from Nowhere: The Making of Bruce Springsteen's Nebraska” (2023). Zane er bæði tónleikari og hevur skrivað hópin av bókum um rocktónleik, m.a. um Tom Petty og Dusty Springfield. Í filminum fylgja vit Bruce Springsteen, tá hann í 1982 ger plátuna “Nebraska”, sum kom fram, meðan Bruce spældi inn “Born in the USA” saman við the E Street Band. Leikstjórin Scott Cooper (f.1970) hevur fyrr gjørt meistarliga filmin, “Crazy Heart” (2009), har Jeff Bridges er ein countrystjørna, ið hevur sæð betri dagar, “Hostiles” (2017) og “The Pale Blue Eye” (2022).