Til ber at leiga hølini í Havnar Bio, áðrenn sýningar byrja, til ymisk endamál, sum t.d. framløgur, fyrilestrar og filmsýningar.
Vit kunnu bjóða:
- Uppvørpu ið vísir teldubílæt á stóra løriftinum
- Vísing av DVD á stóra løriftinum
- Internet samband
- Tráðleysa mikrofon
- Og annars allar aðrir hentleikar ið eru tøkir
Ring á 58 00 20 fyri at hoyra nærri.
Til ber at leiga Havnar Bio til føðingardagar, har ein av barnafilmunum ið gongur í biografinum kann vísast.
Kostnaðurin er vanligi prísurin av atgongumerkjunum. Við í keypinum er lítil cola og lítil poppkorn til hvørt barn.
Minst 10 børn mugu verða til tiltaki.
Ring á 58 00 20 fyri at hoyra nærri.